Noah Mneney, sum varð leigaður úr Bryne í summar, flytur nú permanent í Gundadal.
Avtala er gjørd við Bryne um at vit keypa Noah leysan úr sáttmálanum. Upphæddin verður ikki almannakunngjørd. Noah hevur undirskrivað sáttmála til árslok 2027.
Eftir eina varliga byrjan gjørdist Noah ein av okkara mest eyðsýndu leikarum ímóti kappingarenda. Spælitíðin í Norra hevði verið avmarkað, og tí var tað kanska natúrligt, at eitt sindur av rusti skuldi bankast av. Men tá hann kom í gongd, sóu vit veruliga, hvør dugur er í honum. Og tað vóru ikki bara vit, tí hann bleiv úttikin til A-landsliðið til seinastu dystirnar í 2024.
– Eg fann veruliga fótbóltsgleðina aftur, og var øgiliga glaður fyri tað hálva árið eg var her. Og tí eri eg bara fegin um, at eg sleppi at vera verandi her, sigur Noah í stuttari viðmerking.