Tróndur verður málmansvenjari

Tróndur Vatnhamar verður aftur at síggja sum málmansvenjari hjá okkara Betri monnum í 2021.

Hann er ikki heilt ókendur í felagnum, bæði sum leikari og málmansvenjari. Í tíðarskeiðnum 2005-2008 spældi hann 45 dystir á okkara besta mansliðið, og var millum annað við til at vinna eitt tað mest dramatiska meistaraheitið í søgu felagsins í 2006.

Frá 2013 til 2017 var hann málmansvenjari hjá okkara fremsta mansliðið, og eftir nøkur ár sunnanfyri, verður hann nú aftur at síggja og hoyra á norðaru hálvu í Gundadali.

Vit bjóða Tróndi vælafturkomnum í HB.