Fótbóltur á middegi

Leygardagin 26. oktober verður síðsta umfar í Betri Deildini hjá monnum. Tá spæla vit á útivølli ímóti AB. Og sum nakað serligt, og sum neyvan er sæð fyrr í bestu mansdeildini, byrjar dysturin kl. 12.00. So tað ræður um at eta døgurða tíðliga, ella at útseta hann til seinni.

Hetta er seinasti dystur hjá Heimir sum venjara, og tí vóna vit at síggja nógv fólk á Argjum. Hann fer heim aftur til Íslands til nýggjar avbjóðingar, men tað er eingin ivi um, at hann hevur sett síni spor í HB, har hann bæði hevur ment okkara leikarar, styrkt okkara venjingarumhvørvi og lyft okkum sum fótbóltsfelag. Og so ikki at gloyma meistaraheitið í fjør, og Løgmanssteypið í ár.