André til 2027

André og HB hava undirskrivað nýggjan tvey-ára sáttmála. Sostatt heldur hann fram sum høvuðsvenjari.

Hann tók við sum fyribils venjari fyrr í ár. Síðani tá er liðið ósigrað í Betri-deildini, har tað er blivið til 12 sigrar og fýra javnleikir.

Einasta tapið við André á odda var 1-0 tapið ímóti Brøndby. Ein dystur, sum eins væl kundi koppað til okkara fyrimun

Nú er avtala gjørd, og André fer at standa á odda fyri okkara Betri-monnum til og við 2027.