Sleptir á gras(líki)

Eftir at hava vant inni í Stimburhøllini síðani desember, vóru Betri-menn aftur á graslíkinum týskvøldið.

Nøkur nýggj, og fleiri kend, andlit vóru at síggja. Allir teir nýtilkomnu vóru har, umframt nakrir aðrir, sum enn ikki hava sáttmála við nakað felag.

Seks dystir í VFF Cup eru á skránni, og møguliga verður onkur annar venjingardystur, áðrenn landskappingin byrjar í Gundadali, fríggjakvøldið 7. mars.