Tróndur slitið krossbandið 

Gleðin var stór, tá Tróndur, eftir eitt ár í útlegd, vendi heim aftur til barndómsfelagið. Ætlanin var, at hann skuldi hava ein stóran leiklut á liðnum í ár. Men í fyrsta landskappingardystinum á Argjum, var hann óheppin, og fór skaddur av vøllinum í seinna hálvleiki. Og nú vísa kanningarnar, at hann hevur slitið krossbandið í høgra knæ. Hetta merkir, at hann má sita uttanfyri alt kappingarárið. 

– Eg var so óheppin í einum nærdysti, at fóturin stóð fastur í vøllinum, tá eg skuldi venda mær. Eg merkti beinanvegin, at har var okkurt galið, hóast pínan ikki var so ógvuslig. Hetta er so óheppið, sum tað kann vera. Serliga nú eg hevði glett meg til at sleppa at spæla frammanfyri HB-áskoðarunum á heimavølli. 

Tróndur skal fyrst undir skurð, og síðani byrjar ein long og hørð endurvenjing. 

– Eg byrji at venja aftur, tá knæðið heldur til tað. Í 2019 sleit eg krossbandið í vinstra knæ, so eg veit hvat skal til, fyri at eg kann koma aftur á vøllin. Tað verður hart og strævið, men eg gevi tí ein kjans, sigur Tróndur at enda. 

Hóast kappingarárið fyri hann er enda, næstan áðrenn tað byrjaði, verður hann knýttur at venjaratoyminum.

Vit ynskja Tróndi góðan bata, og vóna at síggja hann aftur á vøllinum í 2023. 

Mynd: portal.fo