Dan hevur eisini longt sáttmálan

Pennurin er glóðheitur í løtuni, og nú er enn ein sáttmáli undirskrivaður. Hesa ferð flyta vit okkum longur fram á vøllin, tí Dan í Soylu hevur undirskrivað nýggjan tvey-ára sáttmála við HB.

Dan er upprunaliga úr B71, men spældi í nøkur ár á okkara U18-liðið. Eftir ein túr á Argjum og í Sundalagnum, kom hann aftur í Gundadal í 2018. Síðani tá hevur hann verið meira ella minni fastur maður á miðjuni, har tað higartil er blivið til 80 dystir og 17 mál á besta liðnum. Trivnaður og góðar umstøður hava sína ávirkan á at hann nú hevur valt at leggja tvey ár afturat sáttmálanum:

– Høvuðsorsøkin til at eg havi valt at leingja sáttmálan, er at eg stórtrívist her. Eg og Berthel hava eitt gott samstarv, har vit arbeiða við at menna meg sum fótbóltsleikara. Og hetta er ein spennandi tíð vit eru í. So er tað eisini gott at eg ikki nýtist at hugsa so nógv um framtíðina hjá mær, men hava fult fokus á fótbóltin.

Høvuðsvenjari okkara, Berthel, er sum vera man fegin um at enn ein týdningarmikil leikari longu nú hevur longt sáttmálan.

– Vit eru sera fegin, nú vit hava long sáttmálan við enn ein leikara, sum hevur verið sera týdningarmikil fyri HB. Ikki bara í ár, men líka síðani hann kom til felagið. Dan er ein tekniskt dugnaligur og klókur spælari, sum er dugnaligur at skapa og útnytta pláss. Men tað sum er mest eyðsýnt við honum, er at hann er ein leikari, ið arbeiðir sera hart. Hann er dugnaligur í presspælinum, og passar tí perfekt inn í okkara ágangandi spælistíl. Harumframt er hann dystaravgerðandi, bæði offensivt og defensivt, sum hann vísti so meistarliga í seinasta dysti ímóti NSÍ, sigur Berthel at enda.