Hanus partur av Betri-hópinum

Hann hevur spælt við í venjingardystunum, har hann hevur spælt sum annar av miðverjunum. Og hetta hevur hann gjørt so sannførandi, at nú hevur venjaratoymið tikið avgerð um at Hanus Danielsen verður ein fastur partur av Betri-hópinum.

Hann verður lýstur sum ein leikari við stórum hjarta. Hann er sterkur og ágrýtin, og fer heilhjartað inn í nærdystirnar. Og eisini hevur hann tann vinnaraviljan ið Berthel vil síggja.

– Hanus hevur ment seg nógv hesa tíðina, hann hevur vant við Betri-hópinum. Hann hevur spælt væl í venjingardystunum, og vit hava sæð framgongd hvørja viku, so tað er natúrligt at vit nú innlima hann í Betri-hópin. Hart arbeiði og ein sterkur vilji hava ført hann til har, hann er nú. Og vit kunnu øll vera errin av at enn ein av okkara egnu, nú hevur tikið stigið upp til Betri-hópin, sigur Berthel.

Fyri Hanus er tað ein dreymur ið gongur út, nú hann flytir eina hædd niður í HB-húsinum, og fær fast pláss í umklæðingarrúminum hjá Betri-liðnum.

– Eg havi spælt fótbólt í nógv ár, og havi altíð haft ein dreym um at gerast partur av besta liðnum. Nú gav Berthel mær møguleikan at vísa meg fram, og eg havi arbeitt hart fyri at sannføra hann og venjaratoymið, um at eg skal vera við. Nú eri eg komin inn um, og nú er tað so at taka ein dag í senn. Tað er upp til mín at prógva, at eg havi tað sum skal til, sigur ein fegin Hanus í stuttari viðmerking.

Hanus er tann triði av okkara ungdómsleikarum, ið hava tikið stigið upp í Betri-hópin í ár, eftir at Ási Pálsson Dam og Dánjal Reginsson tóku stigið fyrr í ár.