Hann vil gera mun

Nýggjasti leikarin í reyðum og svørtum er miðvallararin Mikkel Frankoch. Mikkel er 24-ára gamal, og hevur seinast spælt við Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini. Alt byrjaði í Greve, og umvegis Brøndby, FC Midtjylland og Skive, endaði hann í Vendsyssel. Felagsnevnarin í hesum er, at hvørja ferð hann hevur skift felag, er hann fluttur longur norðureftir. Og hann sigur skemtandi, at tá hann endaði í Vendsyssel, helt hann ikki at tað bar til at koma longur norður. Men tað gjørdi tað, og nú er hann so her. Og tað er tað ein høvuðsorsøk til.

– Tað er eitt sindur síðani, at Berthel setti seg í samband við meg, og fortaldi mær um projektið sum hann hevði sagt ja til. Eg hevði ikki hoyrt so nógv um Føroyar áðrenn eg kom, men var opin fyri at koma og hyggja eftir umstøðunum. Og eg bleiv beinanvegin imponeraður, og helt at hetta ljóðaði spennandi.

Fyri nøkrum vikum síðani var hann og hugdi eftir umstøðunum. Hann vandi við í nakrar dagar, og sigast má at báðir partar vóru nøgdir við tað teir sóu. Men tað var serliga eitt sum hevði sterka ávirkan á hansara val.

– Man merkir í felagnum, at her eru fólk, ið veruliga brenna fyri tí. Og tá øll brenna so nógv fyri felagnum, gevur tað mær bara enn meira hug at spæla her, og at vísa nakað á vøllinum. Eg haldi at hetta er tað rætta staðið fyri meg í løtuni. Men eg kann ikki koma uttanum vøkru náttúruna, leggur hann brosandi afturat.

Sum spælara lýsir Mikkel seg sjálvan sum ein, ið vil vera við til at mynda spælið. Honum dámar væl at hava bóltin við føturnar, og roynir at finna og seta sínar viðleikarar upp. Men eitt er spælarin Mikkel. Eitt annað er persónurin.

– Eg eri ein glaður persónur, og vil fegin ávirka onnur, soleiðis at tey eisini eru glað. Eg taki alt við mær, sum eg havi lært aðrastaðni. Her er ein rúgva av góðum, ungum leikarum, og vónandi fái eg hjálpt teimum onkursvegna, soleiðis at vit fáa eitt gott kappingarár. Og so vil eg vinna. Eg vil vinna hvønn dyst, og vónirnar eru sjálvandi at eg kann vera við til at vinna okkurt steyp. Eisini eru dystirnir í Europa spennandi, sigur hann at enda.

Hann letur heilsa, og sigur at hann gleðir seg at koma í gongd. Vit fegnast eisini um at hann verður at síggja í reyða og svarta búnanum, og ynskja honum somuleiðis vælkomnan í Gundadal.