Áki og Ási halda fram

Tveir av okkara ungu og evnaríku leikarum, Áki og Ási, hava báðir longt sáttmálan til og við kappingarlok 2023.

Báðir hava verið partur av Betri-hópinum í gott tvey ár, og nú vilja teir hava enn meir. Tí báðir siga við ein munn, at málið er at býta seg enn meira fastar í Betri-hópinum, og fáa meira spælitíð.

Áki hevur higartil spælt 28 dystir á besta liðnum, meðan Ási hevur spælt 18 dystir.

Hagtøl: FaroeSoccer