Kunning um íkomnu koronustøðuna

Korona ávirkar okkara ungu spælarar – men vit vilja spæla dystirnar.

Nýggjasta tilburðirnir av koronusmittuni koma at ávirka okkum. Átøkini, sum í dag eru sett í verk fyri at byrgja upp fyri at smittan spjaðir seg, koma at ávirka okkara hóp hjá Betri-monnum. Fleiri av okkara yngru leikarum ganga í skúla á Glasir og skulu kannast fyri koronu tvær ferðir komandi dagarnar umframt at sita í sóttarhaldi, til teir hava tvey negativ úrslit.

Í samlaða hópinum hava vit fleiri spælarar, sum ganga á Glasir, og hetta ávirkar okkara møguleikar at seta liðið – í øllum førum til komandi dyst. Vit í HB halda tó, at tað er sera umráðandi, at vit fáa spælt dystirnar í komandi viku, soleiðis at landskappingin kann avgreiðast nøkunlunda sum ætlað. Korona hevur longu ávirkað landskappingina í so stóran mun, at tað verður trongligt at flyta fleiri dystir.

Vit ganga sjálvandi út frá, at øll feløgini neyvt fylgja vegleiðingini frá myndugleikunum, soleiðis at landskappingin verður ávirkað minst møguligt, eisini hóast hetta merkir, at vit koma at mangla spælarar bæði til venjing og dystir í komandi viku.

Í HB hava vit eisini tikið neyðugu atlitini og hava avlýst venjingar og dystir hjá nøkrum av yngru liðunum í komandi viku, eins og HB-húsið aftur verður stongt eina tíð.