Venjingardystur

Venjingardystur

Okkara Betri-menn hava ikki hildið nevnivert av summarferiu, sjálvt um landskappingin hevur ligið still.

Teir hava vant dúgliga og komandi leygardag, 21. juli kl. 13:00, verður venjingardystur móti EB/Streymi á ovara vølli í Gundadali.

Hetta verður ein upphiting til okkara ólavsøkudyst, sum verður ólavsøkuaftan kl. 18.30 móti NSÍ.