Leygardagin 1. mars verður árligi stórsteypadysturin. Dysturin verður ímóti Føroyameistarunum úr Víkingi, og byrjar kl. 17.00 á Tórsvølli.
Hetta kann metast sum aðalroyndin áðrenn landskappingin byrjar vikuna eftir.
Stórsteypadysturin er eitt samstarv millum Lions og FSF, har endamálið er at útvega pengar til vælgerandi endamál. Inntøkurnar frá Stórsteypadystinum í ár verða latnar Alzheimerfelagnum.
Mynd: in.fo