Tríggir útleigaðir til TB

Mohamed Samba, Marley Blair og Jónas Gaard býta reyðu stríðurnar um við hvítar og fara at spæla við TB í kappingarárinum 2025.

Eftir at leikskipanin varð broytt, er vegurin til spælitíð blivin nakað longri fyri Mohamed og Marley. Tí verður mett, at teir fáa meira burturúr við at spæla reguliga í TB.

Fyri 16-ára gamla Jónas er talan eisini um at fáa nakrar virðismiklar royndir í Betri-deildini.

Vit ynskja teimum bestu eydnu í TB.