Eftir eitt ár í útlegd norðanfyri, hevur Dan í Soylu sett kósina suður aftur til Havnar.
Eftir seks ár í reyðum og svørtum, valdi Dan at royna nakað nýtt og skifti til KÍ. Men eftir eitt ár norðanfyri, verður hann nú aftur at síggja í reyðum og svørtum.
Saknur hevur verið í tekniskt dugnliga miðvallaranum, og tað er ein kærkomin styrkur, ið nú er komin heim at fylla tey holini, sum eru á miðjuni.
Sáttmálin er galdandi til og við kappingarárið 2026.