Álopið verður styrkt

HB hevur styrkt um hópin við norska áleyparanum Jonas Enkerud.

Hann kemur úr finska felagnum IF Gnistan, sum spælir í bestu deildini. Áðrenn tað spældi hann við norska HamKam í fimm ár, umframt at hann eisini hevur spælt fyri onnur norsk feløg í næst- og triðbestu deildini.

Jonas er ein maður, sum veit, hvar málið stendur og hann hevur skotið 114 mál í 337 dystum.

Vit bjóða Jonasi vælkomnan í Gundadal.

Mynd: RSmedia / HB