Welcome, Marley

Bretski vongurin Marley Blair verður nýggjur maður í hópinum. Sáttmálin er galdandi fyri 2025.

Marley er høgrabeintur vongur, sum fyri tað mesta hevur spælt í vinstru síðu. Hann spældi í fjør við AB, har hann skjeyt 11 mál í 21 dystum. Her er talan um ein skjótan spælara, sum veit, hvar málið stendur.

Sum ungur var Marley partur av ungdómsdeildini hjá Liverpool. Har var hann fram til 2018, tá hann skifti til Burnley. Eftir tað var hann ein túr í Keflavík í Íslandi, áðrenn hann flutti heim aftur til England, har hann spældi í lægru deildunum, áðrenn hann í fjør skifti til AB.

Eftir at Áki og Emmanuel eru farnir víðari, er Marley ein kærkomin offensivur styrkur.

Hagtøl: FaroeSoccer