– Eg gevi aldrin upp

Hann er 28-ára gamal, føddur í Congo, uppvaksin í Danmark, og hevur m.a. spælt fótbólt á hægsta stigi í Skotlandi. Men framyvir verður hann at síggja í okkara reyða og svarta búna við 5-talinum á rygginum. Miðverjin Delpin Tshiembe, ella bara Delph sum hann verður nevndur, gleðir seg sum vera man til uppgávuna.

– Her er øgiliga kalt! Nei, skemt til viks. Fyrst og fremst er tað bara gott at sleppa í gongd við at spæla fótbólt aftur, sigur hann sum tað fyrsta.

Føroyskur fótbóltur er ikki tann, ið fær mest uppmerksemi uttan í heimi. Og Delph er skjótur at viðganga, at tað er ikki tað heilt stóra hann veit um føroysku kappingina. Men tó hevur hann fingið eitt sindur av vitan um felagið ígjøgnum ein av okkara fyrrverandi spælarum.

– Mín kunnleiki til føroyskan fótbólt er avmarkaður. Men eg havi tosað eitt sindur við (Aleksandar) Stankov, sum hevur spælt her fyrr. Hann hevur sagt mær eitt sindur um felagið, umstøðurnar osfr.

Delph hevur verið eitt sindur darvaður av skaða í seinastuni, men er nú komin fyri seg aftur. Og at leiðin nú gongur til Føroya og HB, er tað ein orsøk til.

– Eg valdi HB, eftir at eg hevði haft nakrar góðar samrøður við Berthel. Hann og felagið hava sum mál at spæla við í toppinum og eisini at vinna eitt steyp ella tvey. Og tað er nakað, sum eg fegin vil vera ein partur av.

Berthel hevur lýst hann sum ein sterkan spælara, bæði í luftdystum og mann ímóti manni. Sjálvur er Delph ikki so altráður eftir at lýsa seg sjálvan, men vil heldur hava at fólk gera sína egnu meting.

– Kom og hygg eftir okkara dystum, og gerið tykkara egnu meting. Eg vil vísa tað á vøllinum, heldur enn at standa her og tosa um meg sjálvan. Men um tað er eitt, eg skal siga um meg sjálvan, so gevi eg ALDRIN upp, sigur hann at enda.

Fyrsti møguleiki at síggja Delph – og allar hinar – á vøllinum í týðandi dysti er týskvøldið 3. mars á Tórsvølli, tá Stórsteypadysturin ímóti KÍ er á skránni. Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19:00. Landskappingin byrjar komandi sunnudag, tá vit møta EB/Streymi við Margáir. Og sum vant vera ókeypis bussar til allar útidystir.