Summarsteðgurin av

Summarsteðgurin hjá Betri-monnum er av, tá vit í kvøld kl. 18 taka ímóti Víkingi í Gundadali.

Kravið er heilt einfalt ein sigur, um ikki vit skulu missa Víking úr eygsjón. Harumframt stendur nakað av stoltleikanum uppá spæl, nú vit hava tapt 5 landskappingadystir á rað ímóti júst Víkingi. Seinasti sigur kom aftur í 2020, tá vit í 24. umfari vunnu 4-0 á Tórsvølli. Málskjúttar tá vóru Hørður, Adrian, Mikkel Dahl og Hilmar Leon. Teir báðir fyrru kunnu væntast at fáa stóran leiklut í kvøld, meðan hinir báðir ikki eru tøkir. Mikkel spælir, sum flestum kunnugt, í Íslandi, meðan Hilmar Leon enn hevur skaða at dragast við.

Vit vænta at nógvir HBarar koma í Gundadal, og sløkkja sær fótbóltstostan, nú alt hevur ligið lamið í nakrar vikur.

Mynd: Álvur Haraldsen / in.fo