Styrkur til álopið

Danin Mikkel Dahl hevur í dag gjørt avtalu við HB, har Mikkel spælir í reyðum og svørtum restina av hesum kappingarárinum. Mikkel er 27-ára gamal áleypari, og hevur síðani 2016 spælt við Nykøbing FC, har hann hevur skotið 42 mál í 124 dystum.

Hann verður lýstur sum ein ágrýtin og hartarbeiðandi áleypari. Eisini er hann sterkur í nærdystunum, og dugur væl at finna rúmini í brotsteiginum. So hetta er ein leikari, ið vit vænta fer at økja um okkara effektivitet frammanfyri málið.

Vit ynskja Mikkel vælkomnan í Gundadal.