Hørður Askham verður ikki at síggja í HB-búnanum meira hetta kappingarárið, og skiftir til danska felagið AB, har hann hevur gjørt ein 2-ára sáttmála.
Síðani hann kom aftur til HB í 2019, er tað blivið til 116 dystir og 8 mál á besta liðnum. Hesi árini hevur hann eisini bitið seg fastan á landsliðnum, har tað higartil er blivið til 11 A-landsdystir. Harumframt er eitt FM-heitið og tvey Løgmanssteyp komin til høldar.
– Eg havi notið hvørt sekund eg havi spælt við HB, og tað hevur verið ein ótrúlig uppliving at umboða felagið í næstan 5 ár. Eg vil gjarna takka fólkunum runt um felagið, liðfelagum, venjarum, liðleiðarum og ikki minst viðhaldsfólkunum fyri eina fantastiska tíð. Eg komi at fylgja væl við HB í framtíðini, og vóni at nógv steyp koma afturat, sigur Hørður, nú hann fyribils takkar fyri seg í Gundadali.
Vit ynskja Hørði góða eydnu í Danmark, og lata HB-húsið standa opið, um leiðin einaferð gongur aftur til Føroyar.
Hagtøl: FaroeSoccer
Mynd: Portal.fo