KÍ – HB fluttur til 28. apríl

Eftir ætlan skuldi okkara dystur í 4. umfari í Betri Deildini hjá monnum spælast mikukvøldið 7. apríl. Men broytingar í vegleiðingini um sóttarhald hjá landsliðsleikarum gera, at alt umfarið er útsett til mikudagin 28. apríl.

Næsti dystur hjá Betri monnum verður sostatt heimadysturin ímóti 07 Vestur, sum verður spældur sunnudagin 11. apríl.