Shaki kemur heim

Landsliðsleikarin, René Shaki Joensen, kemur heim aftur at spæla við barndómsfelagnum HB.

Hann fór sum ungur niður at spæla við Brøndby, har hann m.a. fekk debut í Superliguni. René kom í 2014 ein stuttan túr heim aftur, og spældi 40 dystir í bestu deildini við okkum, áðrenn boð vóru úr honum í Vendsyssel. Í 2017 gekk leiðin til Grindavík í Íslandi, har hann hevur spælt til nú.

Í stuttari viðmerking sigur René, at hann er sera spentur uppá at koma heim aftur, og at hann gleðir seg at lata seg aftur í reyð/svørtu troyggjuna. Vit í HB eru sjálvsagt fegin um at fáa hann heim aftur og gleða okkum somuleiðis at síggja hann aftur í reyðum og svørtum.