Hilmar Leon skrivað sáttmála

Hann kom inn ímóti ÍF, og hevði ein avgerðandi fót í sigursmálinum. Og nú fara vit at síggja meira til hann, tí Hilmar Leon Jakobsen hevur undirskrivað sáttmála, sum er galdandi restin av kappingarárinum. Hann er kanska mest kendur frá hondbóltinum, men hann hevur eisini gjørt um seg á okkara ungdómsliðum og 1. deild. Um orsøkina til at hann nú satsar uppá fótbóltin, sigur hann:

– Mær hevur altíð dámt væl at spælt fótbólt, og var tað ikki fyri ein skaða, so hevði eg satsa meira uppá tað. So hetta er líkasum fyri at vita, hvussu kroppurin reagerar uppá fótbólt á hesum støðinum. So vit taka hetta kappingarárið, og fáa at síggja hvussu langt tað røkkur.

Hann fekk sín fyrsta dyst á okkara besta liðið, heilt afturi í 2013, tá hann bleiv innskiftur í 24. umfari ímóti 07 Vestur. Og hann skuldi ikki brúka meira enn 8 minuttir, áðrenn hann fekk bóltin í kassan. Síðani tá hevur hann gjørt seg mest galdandi á U21 og í 1. deild, har hann eisini hevur víst sítt máltev.

Vit ynskja Hilmar Leon til lukku við sáttmálanum, og gleða okkum til at síggja meira til hann á fótbóltsvøllinum