Landsliðsleikarar undirskrivað sáttmála

U19-landsliðsleikararnir, Dánjal Reginsson og Tórur Franksson Joensen, hava undirskrivað 2-ára sáttmála við HB. Teir vóru báðir partur av okkara 1. deildar- og U21-liðið farna kappingarár. Umframt at hava leikt dystir við áðurnevndu liðum, hava teir eisini verið partur av Betri liðnum, har teir hava sitið á bonkinum, tó uttan at koma á vøllin.

Vit ynskja teimum til lukku við sáttmálunum, og gleða okkum at síggja meira til teir í reyðum og svørtum.