Skaðastøðan hjá Ása

Ási mátti lata seg skifta út ímóti 07 Vestur við nøkrum, sum líktist einum álvarsligum skaða.

Tað bleiv ein stokkut gleði, tá Ási bleiv skiftur inn í hálvleikinum ímóti 07 Vestur. Tí bara góðir 20 minuttir vóru spældir í seinna hálvleiki, tá Ási fór í eina takkling. Hann tóktist standa fastur í vøllinum, og mátti skiftast út aftur.

Tað sá álvarsligt út, og Ási mátti stigast av vøllinum. Men nú er gott nýtt at frætta, tí talan var tíbetur ikki um ein álvarsligan skaða.

– Tíbetur er tað ikki so álvarsligt. Tað var bara eitt slag. Tað var heilt galið, tá tað hendi, men tað er blivið nógv betri nú. Eg vænti at vera klárur um nakrar dagar, sigur Ási.

Komandi dystur hjá Betri-monnum er grannauppgerðin ímóti B36. Tann dysturin verður spældur sunnudagin 5. mai kl. 17. So fáa vit at síggja, um Ási verður klárur til tann dystin.

Mynd: portal.fo