HBarar tilnevndir virðislønir

Hóskvøldið 7. november, skipar Fótbóltssamband Føroya, saman við Miðlahúsinum og FM1, fyri Fótbóltsgalla. Og bæði hjá kvinnum og monnum, eru fleiri HBarar tilnevndir.

Bæði í bólkinum “Ársins venjari” og “Ársins málverji” er HB umboðað, bæði á kvinnu- og manssíðuni. Hjá venjaranum eru tað sjálvsagt høvuðvenjararnir báðir, Allan og Heimir, ið eru tilnevndir. Millum málverjarnar er tað  Eyðgerð sum er tilnevnd, meðan Teitur hevur møguleika at endurvinna heiðurin hjá monnum frá í fjør.

Kvinnurnar høvdu tríggjar tær fremstu á topskjúttaralistanum, og hesar eru allar tilnevndar í ymsum bólkum. Julia Naomi sum ársins miðvallari, og Rebekka og Heidi sum ársins áleyparar. Hesar skutu heili 70 mál tilsamans, í lands- og steypakapping. Heidi er eisini tilnevnd “Ársins spælari”.

Topskjúttin hjá monnum, Adrian, er tilnevndur í bólkinum “Ársins ungi spælari”. Ein heiður hann eisini vann í fjør.

Tiltakið verður á Hotel Hafnia, hóskvøldið 7. november kl. 20.30