Broyting í kappingarskránni

Dysturin millum HB og ÍF í Betri Deildini hjá monnum, ið skuldi verða í Gundadali 4. juli, verður í staðin spældur í Fuglafirði. Varmakelda er í Fuglafirði hetta vikuskifti, og tí er tað ynski frá ÍF at teir hava heimavøll. Tá graslíki á ovara vølli samstundis verður skift um hetta mundið, passar tað okkum væl, at dystirnir verða býttir um.

Hetta merkir so at vit spæla heimadystin í Gundadali 19. september.