Í tryggum hondum

Ársins málverji 2018, Teitur Matras Gestsson, hevur skrivað nýggjan 2-ára sáttmála við HB.

Teitur spældi sín fyrsta dyst fyri HB í 2011, og sostatt verður komandi kappingarár hansara tíggjunda á okkara besta liði. Hesi árini hevur hann spælt 220 landskappingardystir, 27 steypadystir og 15 dystir í europeiskum kappingum. Og vit fegnast sjálvsagt um at hann fer at leggja fleiri dystir afturat hesum.