Hjálparvenjari settur til komandi ár

Hóast kappingarárið koyrir uppá tað hægsta, eru vit longu væl á veg við fyrireikingunum til komandi ár. Fleiri leikarar hjá Betri monnum hava skrivað sáttmála fyri komandi kappingarár, og nú er tíðin nú komin til hjálparvenjaran. Og tað verður ikki ein heilt ókendur harri, ið kemur at standa undir liðini á Berthel, tí núverandi hjálparvenjarin Kevin Schindler, hevur longt sáttmálan við einum árið. Harvið verður venjaratoymið í 2021 óbroytt, við Berthel sum høvuðsvenjara, Kevin sum hjálparvenjara og Sebastian sum fysiskum venjara.

Við einum leikara CV sum inniheldur bæði týsku Bundesliguna og týska U21 landsliðið, kann tað undra at vegurin hevur ført til Føroyar og Betri deildina. Men sjálvur sigur Kevin, at hetta er eitt spennandi projekt at vera partur av:

– Fyri meg var tað týdningarmikið at arbeiða við leikarum sum vilja læra. Og eg vil geva mítt íkast til venjaratoymið, og vera við í menningini. Bæði av leikarum og av liðnum sum heild. Hetta er stuttligt at vera ein partur av, og hesir leikararnir arbeiða hart. Hetta vigaði sjálvsagt nógv í mínari avgerð um at taka eitt ár afturat. Harumframt trívist eg væl í Havn og í HB. Øll eru sera hjálpsom, og tað er nakað sum eg seti stóran prís uppá.

Tað at fleiri leikarar og venjaratoymið longu er komið uppá pláss, lættir munandi um fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Tí sum Berthel sjálvur sigur, stóð hann einsamallur við 10 leikarum, tá hann byrjaði fyrireikingarnar til hetta kappingarárið.

– Eg eri ógvuliga fegin um at Kevin hevur valt at takka ja til ein nýggjan sáttmála. Vit hava eitt fantastiskt samstarv, og eru samdir um hvussu vit vilja menna liðið og felagið. Hann er øgiliga nágreiniligur í tí hann ger, og hevur ment seg nógv sum venjara hetta seinasta árið. Hann hevur eina fortíð sum yrkisleikari, og tað sæst aftur í hansara arbeiðslagið. Nakað sum kemur bæði mær og felagnum til góðar, sigur Berthel at enda.

 

Mynd: Rakul Hansen