Eftir at Teitur í síðstu viku boðaði frá, at hann gavst við fótbólti á hægsta stigið, var brádliga tunt á málmansplássunum. Men hóast at boðini komu ein skelkur, var ein annar málmaður longu á veg. Upprunaliga skuldi hann kappast við Teit, men nú er ein kappingarneyti færri.
Talan er um 27-ára gamla Reinis Reinholds úr Lettlandi. Hann hevur spælt í lægri deildunum í Italia síðani 2015, burtursæð frá einum árið, har hann spældi við FC Pafos á Kypros.
Reinis er ein høgur maður. 2,02 metrar. Hann er ein tekniskt dugnaligur málmaður, nakað sum hann hevur lært í tíðini í Italia. Hæddin ger eisini, at hann fyllur nógv í luftrúminum.
Men hvat fær ein mann at flyta úr sól og hita í Italia til brimbardu klettarnar í Norðuratlantshavinum?
– Eg skuldi ikki brúka langa tíð saman við Mr. Sormarni, áðrenn eg var sannførdur um, at hetta var ein spennandi avbjóðing. Føroyar er eitt spennandi land, og fótbólturin her er í stórari menning. So tá møguleikin at sleppa til størsta felagið í landinum tók seg upp, kundi eg ikki siga nei. Eftir fleiri ár í Italia veit eg eisini hvussu italskir venjarar arbeiða. Teir eru krevjandi, og tað dámar mær. Og við ein landsmanni sum liðfelaga, og italskum venjarum, ivist eg ikki í, at eg fari at føla meg heima her.
Stóri handskar at fylla
Tað kom sum ein skelkur, tá Teitur boðaði frá, at hann gavst við fótbólti á hægsta stigið. Og Reinis veit eisini, at tað eru stórir handskar, sum skulu fyllast.
– Tað kom eitt sindur óvart á meg, tá eg frætti, at Teitur var givin. Upprunaliga skuldi eg koma her at kappast við hann og verða við til at hækka málmansstøðið. So eg kendi fortreytirnar. Men nú er hann givin, og eg veit, at hann er ein ótrúliga góður málmaður, og ein legenda í felagnum. Men tingini henda skjótt í fótbólti, og eg skal í hvussu er gera mítt fyri at fylla handskarnar eftir honum.
Vit bjóða Reinis vælkomnum í norðara enda í Gundadali. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2025.