Toppskjúttin í 2016 aftur í Gundadali

Hann hevur skorað 23 mál í 38 dystum tilsamans fyri HB, og ætlanin er at hann skal leggja fleiri afturat teimum, tí eftir tvey ár í Runavík, verður Øssur Dalbúð aftur at síggja í reyða og svarta búnanum.

– Tað er gott at vera aftur í HB. Eg treivst væl tá eg var her seinast, so tað er sjálvsagt deiligt at vera aftur her. Felagsskapurin er góður, og tað eru nógv góð og hjálpsom fólk rundan um felagið, sum ger at ein skjótt kennir seg heima her, sigur Øssur tá vit spyrja hann, hvussu tað kennist at vera aftur.

Umframt at hann kennir seg væl í felagnum, spælir familjan eisini ein stóran leiklut í hansara avgerð.

– Tað eru fleiri orsøkir til avgerðina. HB er eitt stórt og gott felag. Eg havi verið her fyrr, og kenni felagið væl. Hartil búgva vit í Havn, so tað fer við ov nógvari tíð at koyra til Runavíkar hvønn dag til venjing. Tíð sum eg heldur vil brúka saman við familjuni, leggur hann afturat.

Við 200 dystum og 73 málum í lands- og steypakapping, er talan um ein mál(!)rættaðan og ambitiøsan leikara. Tí tykjast HB og Øssur at hóska væl saman.

– Eg havi stórar ambitiónir fyri 2020, og tað hevur eitt felag sum HB eisini. Tað er eisini ein av orsøkunum til at eg trívist so væl her, og valdi at koma aftur til HB.

Vit ynskja Øssuri vælkomnum aftur í felagið, og gleða okkum at síggja hann í REYÐUM og svørtum strípum.