Krav um koronupass

Við Løkin er neyðugt at vísa koronapass ella negativa test (ikki eldri enn 72 tímar) við dyrnar.

Atgongumerkir kunnu keypast í kioskini, og til ber at gjalda við gjaldskorti.

Skýlið verður býtt í 2 økir, har HB-viðhaldsfólk sita í suður endanum.

Vegleiðing um brúk av koronapassi:

Eitt gyldugt koronapass skal upfylla eina av hesum 6 treytum:

ES góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska – grundað á:

  • lidna koppseting ikki eldri enn eitt ár,
  • koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella
  • PCR test, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið.

Harafturat ber eisini til at brúka hesi skjøl saman við passi ella koyrikorti:

  • gula koppsetingarkortið, sum váttar koppseting seinasta árið,
  • váttan um føroyska PCR kanning ikki eldri enn 72 tímar ella
  • váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu seinasta árið.

Føroyska talgilda koronupassið kann takast niður á telefonina á korona.fo.