Vil vinna sær pláss á liðnum

Í januar var leiguavtala gjørt við Hvidovre, um at vit leiga Elias Rusborg. Kappingin um plássini í miðverjuni er hørð, men stóri og sterki U21-landsliðsspælarin er ikki komin higar at trilla tumlar. Hann vil vinna sær pláss á liðnum.

– Eg eri komin har til á mínari yrkisleið, at eg skal hava spælitíð. HB vísti áhuga, og hóast spælararnir ikki eru teir somu sum tá eg var her seinast, so kendi eg sjálvandi eitt sindur til felagið frá seinast, eg vandi við her. Hetta er eitt spennandi felag, sum setur sær stór mál. Og tað hóskar væl til mín. Eg haldi at tað sær spennandi út við nýggja venjaratoyminum.

Elias Rusborg er miðverji. Hansara styrki er avgjørt í nærdystum og í luftini. Harumframt er hann eisini góður á bóltinum, og luttekur í upbyggjandi spælinum. Og hann er ikki ein, ið smæðist burtur. Honum dámar væl at stýra verjuni og hoyrist væl á vøllinum.

Vandi við í 2021

Mamma Elias er føroysk, og hann hevur tí familju í Føroyum. Tá fótbólturin, vegna korona, lá stillur í Danmark á vári 2021, kom Elias til Føroya, har hann vandi við okkara besta liðið. Talan var ongantíð um annað enn at halda seg í gongd, og eitt skifti var ikki uppá tal tá. Men nú var støðan ein onnur.

– Eg skal sum sagt hava spælitíð, so mítt mál er at bíta meg fastan á liðið. Og tá vil eg gera mítt fyri at vit skulu vera við í toppinum, og spæla við um steypini. Felagið er so mikið stórt, at tað skulu vit. Og so gleði eg meg eisini til europeisku avbjóðingarnar í summar.