Í vikuni hava fimm av okkara ungu monnum undirskrivað teirra fyrsta sáttmála. Talan er um Gilla Róason, Ása Pálsson Dam, Hanus Danielsen, Aksel M. Olsen og Martin Hjaltalin Dam. Sáttmálin hjá teimum øllum er galdandi í tvey ár. Teir hava allir spælt við U21 og 1. deild í 2019. Gilli og Ási hava eisini spælt við U17.
Vit ynskja hesum ungu garpunum til lukku við sáttmálunum. Hesar fara vit heilt sikkurt at hoyra meira til í framtíðini.