Binni verður aftur í reyðum og svørtum

Havnar Bóltfelag kann í dag – jólaaftan – bjóða øllum HBarum eina deiliga jólagávu. Okkara raski og altíð smílandi jauari á miðjuni heldur fram í HB komandi ár.

Brynjar Hlöðversson hevur gjørt nýggjan sáttmála við HB, sum er galdandi fyri komandi kappingarár.

Brynjar Hlöðversson, eisini nevndur Binni millum okkum í HB-húsinum, eigur sín stóra lut í 23. meistaraheitinum. Við sínum síða reyða skeggi, vakra langa hári og litfagra lyndi hevur hann vunnið hjørtini á okkum øllum, men hann hevur sanniliga eisini vunnið okkara virðing við sínum avgjørdu, stríðssinnaðu og ósjálvsøknu avrikum á verjukenda miðvøllinum.

29 ára gamli miðvallarin hevur alla tiðina sagt, at hann ynskir at halda fram í HB. Nú kunnu vit gleðast um, at alt er komið upp á pláss, og sáttmálin er undirskrivaður. Í Binna hevur HB ein spælara, sum er sinnaður at geva alt fyri sínar viðspælarar. Tí fegnast vit eisini um, at “5-arin” hevur longt sáttmálan og verður við í Champions League-ævintýrinum í summar.

Gleðilig jól, ella sum Binni vildi sagt “Gleðileg jól”!