Fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið ímóti 07 Vestur, sum eftir ætlan skuldu spælast leygardagin 21. november, er útsett til mikudagin 25. november. Hetta kemst av korona leiðreglunum, sum siga at man skal lata seg kann á 6. degi, eftir at man hevur verið uttanlands. Flestum kunnugt, er landsliðið á ferð í hesum døgum, og í ferðalagnum eru 6 av okkara leikarum.
Kunnað verður nærri, tá klokkutíð er sett á dystin.