17-ára gamli Tróndur Sjúrðarson er fyrsta tilgongdin til komandi kappingarár. Hann hevur undirskrivað sáttmála til og við 2028.
Málverjin spældi í fjør við FC Suðuroy, har hann, hóast sín unga aldur, spældi 7 dystir í Betri-deildini.
Harumframt hevur hann spælt 9 landsdystir á ungdómslandsliðum frá U15 til U19.
Vit bjóða Tróndi vælkomnum í Gundadal.
Hagtøl: FaroeSoccer























