Heðin fer undir sítt 8. kappingarár

Sterki miðvallarin, sum eisini hevur spælt fleiri dystir í miðverjuni, hevur longt sáttmálan við einum ári, so at hann nú er galdandi til og við 2026.

Heðin var á fyrsta sinni í HB í 2017, tá hann spældi fyrru hálvu í reyðu og svørtu blusuni.

Í 2020 vendi hann aftur í Gundadal, og hevur verið her síðani. Hesi árini er tað blivið til 178 dystir fyri HB, og nú sáttmálin er longdur, fara fleiri at leggjast afturat.

Tað var í fleiri dystum í fjør, at Heðin vísti seg at hava avgerandi leiklut. Serliga í seinna heimadystinum ímóti FC Suðuroy, har hann skoraði sigursmálið, eftir at hann varð skiftur inn.

Heðin fær sjáldan teir stóru yvirskriftirnar, men í HB er hann høgt í metum. Nakað sum var týðiligt í júst farna kappingarárið, tá hann gjørdist nr. 2 í atkvøðugreiðsluni um at gerast ársins spælari í HB.

Hagtøl: FaroeSoccer