Toppdysturin fluttur

Dysturin í Betri deildini hjá monnum millum KÍ og HB, sum eftir ætlan skuldi spælast hóskvøldið 10. september, er fluttur til fríggjakvøldið 11. september. Hetta kemst av at føroyska U21-landsliðið spælir 8. september.

Flytingin hevur eisini við sær at dysturin HB – NSÍ, sum upprunaliga var dagfestur 13. september, er fluttur til 15. september.