VFF Cup byrjar komandi vikuskifti

Árliga kappingingin hjá Venjarafelag Føroya, VFF Cup, fer av bakkastokki leygardagin 15. januar. Okkara fyrsti dystur verður á útivølli ímóti B68.

Vikuskiftið eftir gongur túrurin inn á Skála, áðrenn vit spæla tríggjar dystir á rað í Gundadali, har tann eini tó er ein, á pappírinum, útidystur ímóti B36.

Finaluumfarið verður spælt 12. februar.

Skráin sær soleiðis út:

  • Leygardag 15. januar – B68–HB
  • Leygardag 22. januar – Skála–HB
  • Leygardag 29. januar – HB-KÍ
  • Mikudag 2. februar – HB-EB/Streymur
  • Leygardag 5. februar – B36-HB
  • Leygardag 12. februar – Endaumfar

Klokkutíðir verða ásettar, tá vit nærkast dystardegi.

Veður og annað kann ávirka, og tí skal skráin takast við fyrivarni.

Ikki alment skrásettir dystir

Dystirnir í VFF Cup telja ikki sum almennir dystir, og tí verða dómaraseðlar ikki skrivaðir. Men FaroeSoccer fer at skráseta lyklahendingar sum:

  • Fyrstu 11
  • Hvør kom inn (líkamikið nær, og líkamikið hvør fór út)
  • Hvør kom ikki inn
  • Málskjúttar (og nøkulunda minutttøl ella raðfylgjan bara)
  • Dómarar

Hettar telur tó ikki við í almennu hagtølunum hjá feløgum og spælarum.