Tað var lagt upp til toppdyst har teir stóru leikararnir skulu hava ein høvuðsleiklut. Men tað fór ein skelkur ígjøgnum áskoðaraplássini, tá Adrian fór haltandi av vøllinum, eftir bert 10 minuttum. Men hóast summir serfrøðingar vilja vera við, at vit eru ov tengdir at einum leikara, vísti í hvussu er dysturin ímóti Víkingi, at talan er um eitt sterkt kollektiv.
Byrjaðu væl
Dysturin byrjaði annars væl fyri okkum, tí eftir bert 5 minuttir løgdu vit okkum á odda. Daniel legði eitt innlegg úr vinstru, bólturin ferðast eitt sindur aftur og fram, áðrenn hann endaði fyri føturnar á René, sum hegnisliga lyfti hann upp um málverjan. Ein frálík byrjan.
Nakrar fáar minuttir seinni hendi tað, sum ikki mátti henda. Adrian setti seg niður á vøllin, og tað var heilt týðiligt at har var okkurt á vási. Hann fekk viðgerð uttanfyri eina løtu, men hóast serkøna viðgerð frá bæði lækna og fysioterapeuti, var ikki mett ráðiligt at senda hann aftur á vøllin, og Øssur kom inn í staðin
Víkingur tók yvir
Næstu løtuna setti Víkingur seg meira og meira á dystin, men tað var ikki soleiðis at álopini skolaðu oman yvir okkum, tó so at onkrar vandastøður kundu ført til meira. Tað tóktist sum at teir tevjaðu blóð eina løtu. Onkrar broytingar vóru gjørdar á liðnum, og spakuliga tóku vit yvir aftur. Og 5 minuttir fyri hálvleik vístu vit ta kynismu, sum vit mangan eftirlýstu í fjør. Høgribakkur hjá Víkingi gjørdi eina forkølaða roynd at skerma bóltin út til innkast, og gav ikki einum spillfrískum Daniel nakran serligan ans. Hann takkaði fyri, og við sínum vælpussaða vinstra fóti fann hann Réne, sum legði hann av til Mathias, ið við einum vælplaseraðum skoti fekk netmeskarnar at blaktra.
Avgjørdu í seinna hálvleiki
Vit løgdu hart út í seinna hálvleiki, og dysturin bleiv endaliga punkteraður tá klokkan rundaði tíman. Pætur bleiv sendur avstað í vinstru, dansaði lætt og elegant forbí Víkingaleikaran, og frammanfyri málið stóð ein púra fríur Matthias, sum bara skuldi leggja seg framav og seta høvdið á. Harvið skoraði hann sítt 2. mál.
Við eitt sindur av nærlagni og hepni, kundu vit kanska fingið okkurt mál afturat, men 3-0 er eisini væl og virðiliga góðkent. Aftur hesa ferð sendi Berthel tveir ungar mans á vøllin, Samuel og Ása, og hvørgin teirra smæddist burtur. Hetta er ein stór álitisváttan frá venjartoyminum, at man setir 16- og 17-ára gamlar á vøllin, ímóti leikarum sum hava hundraðtals dystir í fremstu mansdeildini.
Hetta var fyrsta royndin ímóti einum liðið, ið verður mett at enda í ovaru hálvu, og sigast kann ikki annað enn at allir stóðu hana. Væl og virðiliga.
Mándagin verður so enn ein styrkiroynd, tá vit á “útivølli” taka ímóti grannunum sunnanfyri. Teir hava, eins og vit, fult stigtal, so her verður talan um sannan toppdyst.
Hagtøl
Betri Deildin menn
HB – Víkingur 3-0 (2-0)
1-0 René Shaki Joensen
2-0 Mathias Nygaard
3-0 Mathias Nygaard
Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson (liðsk) – 15 Heri Hjalt Mohr, 17 Bartal Wardum, 5 Delphin Tshiembe, 6 Daniel Johansen – 21 Mikkel Frankoch, 18 Mathias Nygaard, 8 Dan í Soylu – 10 René Shaki Joensen (28 Samuel Johansen Chukwudi), 11 Pætur Petersen, 7 Adrian Justinussen (25 Øssur Dalbúð – 20 Ási Pálsson Dam )
Óbrúktir eykaleikarar: Jákup Højgaard, Dánjal Reginsson
Dagsins leikari: Mathias Nygaard
Mynd: Rakul Hansen