Nýggjur venjari settur

Jens Berthel Askou verður nýggjur venjari hjá okkara besta mansliði. Hann er 37 ára gamal og hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá Vendsyssel í donsku Superliguni. Harumframt hevur hann verið hjálparvenjari í Skive IK, Thisted FC og Vendsyssel, áðrenn hann tók sæti sum høvuðsvenjari har. Umframt royndir sum venjari hevur hann eina drúgva yrkisleið aftanfyri seg sum leikari. Hann hevur spælt í donsku Superliguni og 1. deild umframt í turkiskum og enskum fótbólti, har hann hevur umboðað Kasımpaşa S.K. og Norwich City.

Gleðir seg til avbjóðingina í Føroyum

Til spurningin hví hann hevur valt at taka við starvinum sum høvuðsvenjari hjá okkum, sigur Berthel, at hetta er ein spennandi avbjóðing. Bæði sum venjari, men eisini persónliga fyri hann, at royna okkurt øðrvísi. Sum leikari hevur hann roynt seg uttanfyri Danmark, og tey upplivilsini gera, at hann ikki ræðist avbjóðingina.

Um hvat vit kunnu vænta at síggja á vøllinum, sigur hann, at vit fara at síggja eitt lið, sum hevur eitt týðiligt konsept. Eitt lið, sum spælir við vilja og dirvi, tó uttan at blaka alt fyri borð. Honum dámar, at liðið er spælstýrandi, men sjálvsagt verður atlit tikið til mótstøðuna. Serliga í evropeiskum dystum.

Hann byrjar í starvinum 1. desember, og sáttmálin er galdandi til og við 2021.

Vit ynskja honum vælkomnan i Gundadal.