Vit stóðu fyrstu royndina

Dysturin ímóti Víkingi var av mongum mettur at vera tann fyrsta veruliga royndin hjá okkum. Men við einum tryggum 3-0 sigri kunnu vit staðfesta, at hon er væl og virðiliga staðin.

– Avrikið ímóti einum royndum Víkinga-liðið, sum bæði er kropsliga sterkt og tekniskt væl fyri, var eitt stórt fet rætta vegin. Vit stóðu royndina ímóti einum góðum mótstøðuliðið, sigur Berthel.

Við nýggjum venjara og nógvum nýggjum leikarum, er tað kanska ikki so løgið at nógvir serfrøðingar eru í iva um okkara lið. Og hetta er kanska skiljandi, tá hugsa verður um at eingin av teimum kennir nakað sum helst til okkara donsku leikarar – Mikkel, Mathias og Delph. Men teir byrja so smátt at vinna á teimum sum vóru í iva.

– Eftir eina góða byrja, gevur Víkingur okkum trupulleikar í einar 15 minuttir, eftir at Adrian fer út. Vit mugu veruliga stríðast fyri at standa ímóti trýstinum, og serliga teirra deyðbóltum. Men tá vit fáa tamarhaldið aftur, varðveita vit tað restin av dystinum. Vit halda ferðina í dystinum, og gera tað torført hjá Víkingi at fáa frið. Vit skapa møguleikar, bæði uppá deyðbóltar og í opnum spælið, og skora tvey vøkur mál. Samstundis fáa vit eisini víst teimum ið ivaðust í okkara, um at vit nokk skulu klára okkum inntil Adrian verður tøkur aftur.

Adrian kemur sterkari aftur

At missa ein so týdningarmiklan leikara sum Adrian, kemur sjálvandi illa við hjá øllum. Men Berthel er ikki í iva um at hann kemur sterkt aftur.

– Tað er bæði óheppið og keðiligt fyri Adrian, og eisini ein missur fyri okkum, at vit mugu vera hann fyri uttan í eina tíð. Eisini áskoðarar og sjónvarpshyggjarar fara at sakna hansara vøkru mál. Men eg veit at hann kemur aftur enn sterkari, og tað er nakað vit øll kunnu gleða okkum til, sigur Berthel at enda.

Næsta veruliga royndin verður mánadagin, 2. hvítusunnudag, tá vit fara ”á vitjan” hjá B36. Her er talan um ein veruliga toppdyst, har teir, eins og vit, hava fult stigatal eftir 4 umfør. Dysturin byrjar kl. 15, og hetta er ein dystur sum ein hvør HBari eigur at síggja í Gundadali.