Eftir 226 dystir og 63 mál í reyðum og svørtum, hevur Símun Samuelsen valt at takka fyri seg. Hann hevur verið okkum ein drúgvur leikari, og um nøkur ár fara vit heilt sikkurt at minnast Símun sum ein av teimum stóru leikarunum.
Símun kom á fyrsta sinni til HB í 2010, eftir at hava spælt nøkur ár í Íslandi. Hann gjørdist beinanvegin ein profilur á liðnum, og var at meta sum fastur maður fyrsti fýra árini, har hann var við at vinna okkum tvey meistarheitið. Í seinnu hálvu í 2015 spældi hann við FC Suðuroy, og í 2016 var hann ein túr á Argjum. Men síðani hann kom ”heim” aftur í Gundadal í 2017, hevur hann verið flúgvandi. Hann hevur haft sín stóra leiklut í meistarheitinum 2018, og steypasigrinum í ár, har hann m.a. skoraði í finaluni ímóti Víkingi. Men alt fær ein enda, eisini fótbóltskarrieran hjá Símuni.
– Avgerðin um at gevast bleiv tikin fyri nøkrum mánaðum síðani, sigur Símun. Og ætlanin er at halda fullkomiliga frí frá fótbólti í 2020, leggur hann afturat. Men vit hava nokk ikki sæð tað síðsta til Símun í fótbóltshøpi, tí hann útilokar ikki at hann hevur ætlanir at gerast venjari.
– Eg havi longu verði venjari hjá ymiskum liðum. Havi vant U8 og U10 fyri nøkrum árum síðani, og var so hjálpavenjari hjá Heðin Askham 1/2 ár. So eg vænti at eg aftur fari at venja okkurt lið, men hvat og hvussu veit eg einki um í skrivandi stund, sigur hann.
Nógvar góðar løtur í HB
Tey tilsamans gott og væl 9 árini Símun hevur verið í HB, hava sjálvsagt sett síni spor, har hann minnist aftur á nógvar góðar løtur.
– Tað hava verði nógvar góðar løtur í HB. At vera partur av einum so stórum og góðum felagsskapi, hevur verði ein stór løta, øll sum hon er. Men tær einstøku løturnar, tá meistarahetini eru komin í hús, vil altíð vera nakað eg fari at minnast væl.
Hóast Símun ikki er uppvaksin í HB, følir hann seg í dag sum HBara:
– HB-fjepparar, sum eg nú uttan iva verði ein partur av, fara altíð at hava eitt serligt pláss í mínum minni sum leikari. Tað eru nógv óalmindiliga fitt og arbeiðssom fólk í felagnum, sum altíð fara at hava eitt serligt pláss í mínum hjarta. Annars eri eg bara takksamur fyri, at eg fekk møguleikan at gerast ein partur av søguni hjá størsta felagnum í landinum.
Tað verður eitt sindur løgið at síggja eitt HB-lið uttan Símun. Men maður kemur í mans stað, verður sagt. Vit fara uttan iva at síggja Símun í HB-húsinum, og hvør veit. Kanska hann kemur at hava onkran annan leiklut í framtíðini? Men líkamikið hvat, so liggur hansara innsatsur ikki eftir. Og sum HBari kann man bara vera takksamsur fyri at hava upplivað Símun sum leikara.
Takk fyri alt, Símun!