Venjaraspurningurin avgreiddur

Dalibor Savic hevur longt sáttmálan til og við kappingarlok 2024, og heldur sostatt fram sum høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum.

Avtala er eisini gjørd við Petter Skogsletten, fysiskan venjara, um at hann somuleiðis heldur fram komandi tvey árini.

Vit fegnast um at Dali og Petter hava játtað at halda fram, og fyrireikingarnar til kappingarárið 2023 eru longu byrjaðar.

Meira verður at frætta frá Dali seinni.