betri-menn

Storm-ávaring

Norski áleyparin Storm Bugge Pettersen hevur undirskrivað tvey-ára sáttmála við HB. Storm er 19-ára gamal og kemur úr norska felagnum Sandefjord. Vit bjóða honum vælkomnan í Gundadal.

Norskur verjuleikari til HB

HB hevur gjørt avtalu við norska miðverjan, Per-Magnus Steiring. Per Magnus er 28-ára gamal, og kemur úr norska felagnum Skeid, har hann hevur spælt seinastu fýra árini. Hann er uppvaksin í ungdómsdeildini hjá norska stórfelagnum Rosenborg, har hann spældi fýra dystir. Allar

Verjuskansin heldur fram

Í fjør spældi hann sín dyst nr. 300 fyri besta liðið, og nú er líkt til, at fleiri fara at leggjast afturat. Bartal er tann leikarin í hópinum, sum hevur spælt flestar dystir á besta liðnum. Higartil er tað blivið til

Ári longt við einum ári

Hann bleiv heiðraður við gullnál á ársveitsluni, og hann verður eisini á liðnum í 2026. Tí Ári hevur longt sáttmálan við einum ári. Kviki vinstri bakkurin er ein av okkara royndastu spælarum. Hann hevur spælt yvir 100 dystir á okkara besta

Bentornato, Gilberto

Gilberto kemur “heim” aftur í Gundadal komandi kappingarár. Hann kemur aftur í tann leiklutin, hann kennir best, nevniliga sum fysiskur venjari hjá Betri-monnum. Eisini fær hann ábyrgdina av at menna ein leist fyri fysiska venjing í øllum felagnum. Umframt at vera fulltíðarvenjari

Heðin fer undir sítt 8. kappingarár

Sterki miðvallarin, sum eisini hevur spælt fleiri dystir í miðverjuni, hevur longt sáttmálan við einum ári, so at hann nú er galdandi til og við 2026. Heðin var á fyrsta sinni í HB í 2017, tá hann spældi fyrru hálvu í

Teitur er við aftur

Í maj tók hann við sum hjálparvenjari hjá monnunum, og nú hevur hann játtað at taka eitt ár afturat har hann, saman við Lukasz Cieslewicz, fer at standa við liðina hjá André. – Eg eri ræðuliga glaður fyri at kunna vera

Fysioterapeutarnir halda fram

Samstarvið við NB Fysioterapi heldur fram í komandi ár. Sostatt heldur Steinar fram sum fysioterapeutur hjá Betri-monnum, og Niklas hjá kvinnunum. Hetta samstarvið hevur riggað væl, og er nú á veg inn í sítt 6. ár.

Vælkomin, Diop

Amidou Diop skiftir úr hvítu og svørtu TB-strípunum, og í reyðar og svartar strípur. Diop vísti seg skjótt at vera ein sannur fongur hjá TB. Og hóast TB ikki megnaði at varðveita plássið í Betri-deildini, vóru avrikini hjá Diop til meira. Hann

Fyrstu landsdystur hjá Ása

Ási fekk sín fyrsta A-landsdyst í kvøld, tá Føroyar vunnu 1-0 á Kasakstan. Hann bleiv skiftur inn stutt fyri leiklok, og legðist harvið afturat teimum mongu uppaldu HB’arunum, sum hava umboðað Føroyar. Hetta var krúnan á verki á einum góðum og hendingaríkum