betri-menn

Heini ársins ungi spælari

Føroya bestu fótbóltsspælarar vóru heiðraðir til tiltakið “Ársins spælari”, sum var á Hotel Hilton. Tað eru FM1 og Portalurin, sum skipa fyri tiltakinum. Ein heiður fall í okkara, og tað var heiðurin sum “Ársins ungi spælari”, sum Heini vann. Heini hevur

Vælkomin, Tróndur

17-ára gamli Tróndur Sjúrðarson er fyrsta tilgongdin til komandi kappingarár. Hann hevur undirskrivað sáttmála til og við 2028. Málverjin spældi í fjør við FC Suðuroy, har hann, hóast sín unga aldur, spældi 7 dystir í Betri-deildini. Harumframt hevur hann spælt 9 landsdystir

Tvey ár afturat við Jónasi

Evnini hjá Jónasi Samuelsen hava altíð verið eyðsæð. Men eitt álvarsligt beinbrot í 2023 helt hann uttanfyri í rúma tíð. Nú er hann aftur á vøllinum og hevur longt sáttmálan við tveimum árum.

Rúni Kjærbo til 2027

Rúni hevur undirskrivað nýggjan tvey-ára sáttmála við barndómsfelagið. Hann fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2024, men ein skaði áðrenn kappingarbyrjan í ár gjørdi, at hann hevur sitið uttanfyri alt 2025. Men nú er hann við at koma seg

Jógvan við fyrsta sáttmálanum

17-ára gamli Jógvan í Lon hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála. Evnaríki bakkurin var partur av FM-vinnandi U17-liðnum í ár, umframt at hann spældi nakrar dystir í 2. deild. Sáttmálin er galdandi til og við 2027.

Lukasz í nýggjum leikluti

Høvuðsvenjarin hjá kvinnunum síðstu trý árini, Lukasz Cieslewicz, verður hjálparvenjari hjá Betri-monnum og høvuðsvenjari hjá 1. deild við monnum. Við at samantvinna bæði størvini fara vit at hava eina smidligari yvirgongd frá 1. deild til Betri-deildina.

André til 2027

André og HB hava undirskrivað nýggjan tvey-ára sáttmála. Sostatt heldur hann fram sum høvuðsvenjari. Hann tók við sum fyribils venjari fyrr í ár. Síðani tá er liðið ósigrað í Betri-deildini, har tað er blivið til 12 sigrar og fýra javnleikir. Einasta tapið

HB-B68 framskundaður

Fyri veður er heimadysturin ímóti B68 framskundaður til fríggjakvøldið 3. oktober kl. 18.30. Dysturin skuldi upprunaliga spælast leygarkvøldið 4. oktober.

Metmaðurin og málmaðurin á landsliðnum

Viljormur og Bjarti eru úttiknir til A-landsliðið, sum skal spæla tveir heimadystir í oktober. Tá Føroyar í september spældu ímóti Kroatia, setti Viljormur met fyri flest spældar minuttir á føroyska landsliðnum – 7.426. Nakrar dagar seinni legði hann 90 minuttir afturat

Afturval til Ejvind og Heina

Heini og Ejvind eru aftur úttiknir til U21-landsliðið við monnum. Hópurin er neyvt tann sami, sum varð úttikin seinast. U21-landsliðið hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá EM-undankappingina, har teir, aftaná tríggjar dystir, hava fult stigatal. Báðir dystirnir hjá U21-landsliðnum í hesum umfarinum