betri-menn

Takk, Jonas

Jonas Enkerud hevði eitt ynski um at sleppa heim aftur til Norra, og hetta hava vit gingið á møti. Jonas hevur frá fyrsta degi víst ein ótrúliga góðan hugburð. Hóast mótgongd í byrjanini hevur hann hildið høvdið høgt og arbeitt hart

Tíðindafundur: Vit halda okkum til okkara spæl

Á tíðindafundinum undan Conference League dystinum ímóti Brøndby IF segði André millum annað, at ætlanin er halda seg til leikskipanina, sum vit hava sæð seinastu dystirnar. Tíðindafundurin sæst í fullum líki niðanfyri.

Stórt fjepparatiltak

Hósdagin 24. juli verður brakið ímóti Brøndby. Og í hesum sambandi verður skipað fyri stórum fjepparatiltaki í Bowl á Hálsi. Á skránni verður: Livandi tónleikur – vit seta tónan beinanvegin Burgarar og okkurt leskandi afturvið verður til keyps Andlitsmáling – við HB-litum! SPORT 24 selur

Skalt tú við til Brøndby?

Hósdagin 31. juli kl. 19.30 verður returdysturin ímóti Brøndby í Conference League spældur. Atgongumerkini kunnu keypast HER HB’arar sita í bólki U1, sum er aftanfyri norðara málið. Tað er Brøndby, sum stendur fyri atgongumerkjasøluni. Mynd: Brondby.com

Leivur gevst í HB

HB og Leivur Fossdal Guttesen eru komin ásamt um at steðga samstarvinum. Sáttmálin er uppsagdur, og Leivur hevur frítt at finna sær annað felag. Vit takka Leivi fyri avrikini í HB og ynskja honum alt tað besta. 

Jógvan til EB/Streym

Jógvan Elmarsson Ósá er útleigaður til EB/Streym restina av hesum kappingarárinum. 20-ára gamli miðvallarin hevur spælt 12 dystir á okkara besta liðið og 75 dystir á næstbesta liðnum. Jógvan er uppvaksin í HB, og hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið. Í EB/Streymi

Atgongumerkjasølan byrjað

Atgongumerkini til Conference League dystin ímóti Brøndby eru sett til sølu. Dysturin verður spældur á Tórsvølli hóskvøldið 24. juli kl. 19.45. Atgongumerki kunnu keypast HERHER.

Vit møta Brøndby

Drigið er til 2. umfar í Conference League, og vit skulu møta Brøndby. Fyrri dysturin verður á Tórsvølli hósdagin 24. juli, meðan returdysturin verður á Brøndby Stadion hósdagin 31. juli. Beint eftir lutakastið fingið vit eina viðmerking frá André. – Hetta er eitt

Fýra landsliðsboð

Bæði U21- og A-landsliðið við monnum skulu spæla dystir í juni. Og til komandi dystirnar eru fýra HBarar úttiknir. Tveir á A-landsliðnum, og tveir á U21-landsliðnum. Heini og Bartal Páll eru báðir í hópinum hjá U21, sum skal spæla ímóti Estlandi