Drigið er til 2. umfar í Conference League, og vit skulu møta Brøndby.
Fyrri dysturin verður á Tórsvølli hósdagin 24. juli, meðan returdysturin verður á Brøndby Stadion hósdagin 31. juli.
Beint eftir lutakastið fingið vit eina viðmerking frá André.
– Hetta er eitt spennandi lutakast. Ítróttarliga hevði tað verið best at møtt Vali ella Auda, men av hinum trimum møguleikunum, so er Brøndby tað mest spennandi. Tað er lætt at ferðast millum Føroyar og Danmark, so tað verður ikki ein langur túrur, sum skal fáast úr kroppinum. Nógvir føroyingar fylgja donskum fótbólti, og serliga Brøndby. Tí kunnu vit vænta nógvar áskoðarar til heimadystin. Danska landskappingin byrjar vikuskiftið áðrenn fyri fyrra dystin, so tað er ein fyrimunur fyri okkum.
Sum felag seta vit okkum stór mál. Og eitt av teimum er at koma so langt sum gjørligt í europeisku kappingunum. Hóast mótstøðan er sterk, so leggja vit ikki kongin, áðrenn dystirnir eru spældir.
– Málið er altíð at spæla seg víðari, men vit kunnu ikki siga, at vit eru favorittar. Í prosentum er tað nokk ein stórur fyrimunur til teir, men jú longri vit klára at halda dystirnar á lívi, tess størri gerst trúgvin uppá at vit kunnu fáa eitt gott úrslit.
Mynd: brondby.com